Innanlands

Rukkulív í miðbýnum í Havn

Løgreglan handtók seinnapartin í gjár ein mann aftanfyri gamla bankabygningin í miðbýnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-19 09:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist heldur rokaligt í miðbýnum seinnapatrtin í gjár aftanfyri gamla bankabygningin hjá Føroya banka.

Vaktleiðarin á løgregluni greiðir í morgun frá, at nógv fólk vóru samlaði har - í loynikrókinum, tey kalla - og tað bleiv eitt rukkulív og nakað av rokið.

Tað endaði við at løgreglan handtók ein persón, sum varð skuldur fyri brot á politiviðtøkurnar. Hann varð stutt eftir hetta leyslatin aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder