Norðurlandahúsið og Summartónar fara í dag á musikalska vitjan hjá eldri borgarum í Havn.
Rullandi pallurin fer at vitja røktarheim í býnum har orkestrið Kátir Kallar fara at spæla.
Klokkan 11 verður støðgað á Láargarði, klokkan 12.45 á Tjarnargarði og klokkan 14.15 á Boðanesheiminum.
Kátir Kallar spæla jassaðar føroyskar klassikarar, og orkestrið er mannað av nøkrum av landsins royndastu jasstónleikarum.
Rullandi pallurin er boðið hjá Norðurlandahúsinum og festivalinum Summartónar uppá, hvussu tónleikur og mentan kann miðlast í eini koronatíð, har tað ikki eru øll, sum kunnu ferðast frítt í samfelagnum, og har alternativir pallar fyri list og mentan spíra.
Í hesum føri eru tað eldri borgarar í høvuðsstaðnum, sum fáa gleðina, men onnur kunnu eisini koma framvið og njóta tónleikin, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald