Vatnið í Kvívík skal javnan kókast, og kemst hetta serliga av, at arbeitt hevur verið við at betra um vatnmongdina og vatngóðskuna. Byrgingin til vatnið er hækkað og rúmar nú fýra ferðir so nógv vatn sum áðrenn, skrivar Kvívíkar kommuna á heimasíðuni.
Hetta ger at borgararnir fáa reinsað vatn, tá ið turkur er, og kommunan kann í størru mín fyribyrgja, at neyðugt er at spara uppá vatnið. Fleiri dagføringar eru gjørdar á reinsiverkinum, so hetta virkar betur og kann veita støðugt reint vatn.
Nógva arbeiðið, sum er gjørt við nýggja kirkjugarðinum og nýggju útstykkingini Frammi í Gerði, hevur eisini givið avbjóðingar við drekkivatninum. Tí vegirnir eru ikki gjørdir til tungu ferðsluna, sum er í dag, og tískil brotna nøkur av gomlu vatnrørunum, sum ikki tolað trýstið.
Kommunan arbeiðir nú vit at leggja síðstu hond á dagføringarnar, og verður vatnið reint ein av næstu døgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald