Innanlands

Rumbul vil yvirtaka Sheep

Báðar fyritøkur eru virknar innanfyri smásølu av dagligvørum við skiftandi vøruúrval – Tá umsetningurin hjá handlunum er yvir eitt ávíst mark í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna

(Savnsmynd: Dávur Winther)

(Savnsmynd: Dávur Winther)

2022-07-18 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rumbul, sum rekur ein handil í SMS í Havn, ætlar nú at yvirtaka Sheep, sum eins og Rumbul rekur smásølu av dagligvørum við skiftandi vøruúrvali. Tað skrivar Kringvarpið.

Tað var mikudagin 13. juli, at  Kappingareftirlitið fekk fráboðan um, at Rumbul yvirtekur Sheep.

Tá umsetningurin hjá handlunum er yvir eitt ávíst mark í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið nevniliga taka støðu til yvirtøkuna.

Rumbul hevur, sum áður nevnt, ein handil í Havn, meðan Sheep rekur ein handil í Havn og ein í Klaksvík.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 25. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder