Uttanlands

Rúmdarakfarið nærkast mars

Eftir ætlan lendir Perseverance á Mars kl. 20.55. Ferðin byrjaði í fjørsummar, men seinastu sjey minuttirnir verða teir mest spennandi

2021-02-18 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um ein góðan tíma lendir akfarið Perseverance eftir ætlan á gongustjørnuni Mars. Tað verður klokkan 20.55 føroyska tíð.

Ferðin hjá hesum serliga rúmdarakfarinum byrjaði 30. juli í fjør, tá rakettin Atlas V-541 varð skotin út í rúmdina við Perseverance umborð.

Men hóast akfarið hevur verið ávegis í meira enn eitt hálvt ár, so eru teir seinastu sjey minuttirnir tá Perseverance verður sett niður á Mars.

Ætlanin er hendan:

Klokkan 20:38 verður hylkið, ið skal setast niður á Mars, loyst frá rakettini.

Klokkan 20:48 byrjar ferðin niður gjøgnum atmosferuna á Mars við eini ferð á 19.500 km/t.

Kl. 20:49 er hitin frá friktiónini – gníggingini – so nógvur at hann er komin upp á 1.300 stig Celsius.

Kl. 20.53 verður fallskíggin skotin út. 20 sekund eftir hetta, verður hitaskjøldurin, ið hevur vart hylkið á heita túrinum gjøgnum atmosferuna loyst frá.

Kl. 20.54 verður rovarin – marsakfarið – loyst frá hylkinum saman við “jetpack”-tólunum, ið skulu tryggja lendingina.

Kl. 20.55 er “touchdown”. Rovarin verður loraður niður á marsyvirflatuna, har hann so kann koyra runt við eini ferð á millum 1,7 og 2,7 kilometrar um tíman.

Nógvar sjónvarpsstøðir senda beinleiðis frá marseldnignini í kvøld, og millum annað DR2 er longu byrjað at senda.

Fylg við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder