Teir fýra rúmdarfararnir, sum hava verið úti á altjóða rúmdarstøðini í eitt hálvt ár, lendu fyri løtu síðani í øllum góðum á sjónum út fyri Miami.
Við á ferðini var danin Andreas Mogensen, ið var skipari á ferðini, og sum hevði gamla slipsið hjá William Heinesen við á ferðini. Slipsið var við sum serligur lutur úr Føroyum.
Seinnapartin í gjár loystu tey frá ISS-rúmdarstøðini, og fyrrapartin lendi rúmdarhylkið við navninum “Crew Dragon Endurance” á sjónum eftir vandamikla túrin niður gjøgnum atmosferuna. Ferðin heim aftur á jørðina tók 18 tímar.
Rúmdarfararnir, Andreas Mogensen úr Danmark, Jasmine Moghbeli úr USA, Satoshi Furukawa úr Japan og Konstantin Borisov úr Russlandi, komu út á ISS rúmdarstøðina 26. august í fjør, og síðan hava tey framt gransking av ymsum slag. Eitt nú hava tey filmað toruveður við serligum myndatóli, sum tekur 100.000 myndir um sekundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald