
Tað at ovurstóra amerikanska flog- og rakettverksmiðjan Lockheed Martin í vikuni tók avgerð um at leggja ein part av rúmdarvirksemi sínum í Hetland fer óivað at fáa jaligar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív eisini.
Hetta heldur Johan Mortensen, sum ikki bara hevur stóran áhuga og vitan um rúmdarætlanirnar í Hetlandi, men eisini, sum ráðgevi, hevur verið við í arbeiðinum at knýta Føroya Tele og undirfeløgini Shefa og Net at framlítandi ætlanini hjá Shetland Space Center á oynni Unst í Hetlandi.
Tað er komið upp á tal at draga Føroyar við í ætlanina við at gera eina sokallaða ‘tracking’-støð her. Hetta er ein støð, sum skal taka niður dátur frá fylgisveinunum, sum verða sendir upp á Shetland Space Centre.
- Heilt einfalt er bert talan um eina góða antennu, sum kann taka informasjónina niður og senda hana víðari til rætta viðkomandi, greiðir Johan Mortensen frá.
Fylgisveinar hava avmarkaðar møguleika at goyma dátur, ið verða savnaðar inn, og tí er tørvur á at fáa tømt dátugoymslurnar niður á støðir á jørðini.
- Ætlanin er somikið konkret, at Shetland Space Centre og Føroya Tele hava undirskrivað eitt eitt ætlanarskriv – ‘letter of intent’ – um at halda fram við samstarvinum, sigur Johan Mortensen.
Les alla greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald