Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, fer eftir at gerast næsti aðalskrivari hjá Nato.
– Eysturevropa hevur eitt virðismikið íkast til Nato-samráðingar og -avgerðir, sigur Iohannis.
Nato hevur enn ikki havt ein aðalskrivara úr Eysturevropa.
Í heyst fer Jens Stoltenberg frá eftir at hava verið Nato-aðalskrivari í tíggju ár, og í løtuni er Mark Rutte, niðurlendski forsætisráðharrin favorittur at yvirtaka leiðsluna í verjusamgonguni.
Rutte hevur stuðul uml. 20 londum, m.a. USA, Fraklandi, Týsklandi, Stórabretlandi og Danmark, men bæði Ungarn og Turkaland eru ónøgd við Rutte, skrivar Ritzau.
Tá ein nýggjur Nato-aðalskrivari verður valdur krevst undirtøka - ella í øllum førum eingin mótstøðu - frá øllum 32 limunum.
Iohannis hevur verið forseti í Rumenia síðan 2014, og eftir at hava sitið tvey valskeið, kann hann ikki stilla uppaftur á komandi vali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald