Innanlands

Runa Preeti Ísfeld vart ph.d. á Setrinum

Ph.d.-ritgerðin viðgerð lívið hjá kvinnum úr ikki-vesturlendskum londum, sum eru giftar til Føroya

Á myndini frá vinstru: Gestur Hovgaard, Helene Pristed Nielsen, Runa Preeti Ísfeld, Steven Arnfjord, Mai Camilla Munkejord og Firouz Gaini (Mynd: Granskingarráðið)

Á myndini frá vinstru: Gestur Hovgaard, Helene Pristed Nielsen, Runa Preeti Ísfeld, Steven Arnfjord, Mai Camilla Munkejord og Firouz Gaini (Mynd: Granskingarráðið)

2019-06-24 13:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin 21. juni vardi Runa Preeti Ísfeld ph.d.-ritgerð sína um lívið hjá kvinnum úr ikki-vesturlendskum londum, sum eru giftar til Føroya.

Heitið á ritgerðini er: "Marriage Migrants to the Faroe Islands: An Analysis of the Life-World of Non-Western Women Married to the Faroe Islands".

Hon viðger lívsroyndir og sjónarhorn hja kvinnuligum hjúnarbandstilflytarum, ið eru fluttar úr syðra parti av heimunum, fyri at skapa sær eina tilveru í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Runa Preeti Ísfeld hevur verið innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya og Aalborg Universitet.

Vegleiðarar hava verið Helene Pristed Nielsen, lektari á Aalborg Universiteti og Gestur Hovgaard, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari, bjóðaði vælkomin og greiddi frá ph.d.-arbeiðinum og verjuni. Síðani fekk Firouz Gaini, formaður í metingarnevndini orðið. Hann staðfesti, at ein samd dómsnevnd helt ritgerðina sum heild vera væl skrivaða og skipaða. Talan er um arbeiði, sum fult út lýkur krøvini til eina ph.d.-ritgerð og tí hevur nevndin góðkent ritgerðina til verju.

Runa Preeti Ísfeld legði síðani ritgerðina og arbeiðið hjá sær fram. Hon greiddi frá granskingarspurningunum, ástøðiliga partinum og úrslitunum, sum hon er komin fram til.

Ritgerðin er fyri stóran part bygd á samrøður við kvinnur, sum eru fluttar til Føroya, 21 samrøður, av hesum eru 4 samrøður við pør. Greiningin er deild upp í tríggjar kapitlar, har hin fyrsti greinar og umrøður valið hjá kvinnunum at  flyta fyri at fara í hjúnarband og hvussu tær uppliva stereotypisering. Víðari verður umrøtt, hvørjar væntanirnar eru, ið kvinnurnar hava, áðrenn tær flyta til Føroya. Í øðrum kapitli av greiningini verður sjóneykan sett á parløgini hjá kvinnunum og samráðingarnar innan hjúrnarbandið og eisini á viðurskiftini við verfamiljuna og onnur í nærsamfelagnum. Í triðja kapitli í greiningini verður hugt nærri at, hvussu kvinnurnar (endur)skapa sær eina støðu í nýggja samfelagnum.

Framløgan av úrslitunum var sera greið, har Runa millum annað greiddi frá nógvu ymsu væntanunum og undanfatanunum hjá kvinnunum. Hon lýsti ymsar avbjóðingar, til dømis at kvinnurnar uppliva at verða møttar við misáliti og fordómum og nógvum stereotypum fatanum, tær missa nógvar familiu- og sosialar relatiónir, tær uppliva sosialan mobilitet, bæði upp og niður, tær hava avbjóðingar við málinum og tær koma til sera ymiskar karmar og støður. Støðan er ymisk bæði í mun til teirra egna húðalit, etnisitet, aldur, trúgv, mentan og í mun til viðurskiftini hjá nýggju familjuni í Føroyum.

Mai Camilla Munkejord var fyrsti opponentur. Hon rósti framløguni og ritgerðini, sum hon helt vera áhugaverd at lesa, sterka empiriskt og fjølbroytta. Síðani spurdi hon meira um fleiri viðurskifti og evni í ritgerðini, serliga um stereotypur og “otherness”. Hon metti, at Runa svaraði væl  og at hon greinaði fleiri viðurskifti enn betri munnliga, enn tey eru lýst í ritgerðini. Hon mælti til at brúka empiriska tilfarið enn meira í vísindaligum greinum, sum ætlanin er at skriva við støði í ritgerðini og innsavnaða tilfarinum.  

Steven Arnfjord var annar opponentur. Hann var eisini positivur um ritgerðina og rósti m.a. Runu fyri at hava givið fólkum, sum vanliga ikki verða hoyrd, eina rødd.  Hann spurdi meira um leiklutin hjá Runu sum granskari, samstundis sum hon sjálv upprunaliga er flutt til Føroya úr einum ikki-vesturlendskum samfelag.  Tey umrøddu eisini valið at gera samrøður, men ikki eygleiðingar, sum annars var ætlanin frá byrjan. Tey kjakaðust um ástøði og annað. Hann endaði við at biðja Runu seta orð á týdningin av hennara arbeiði. Samanumtikið helt Runa, at ritgerðin hjá henni kann vera eitt týdningarmikið vitanaríkast til føroyska samfelagið, har alt fleiri útlendskar kvinnur flyta til, uttan at landið hevur ein integratiónspolitikk. 

Firouz Gaini var triði og seinasti opponentur. Hann tók fyrst samanum ritgerðina og týdningin hjá henni í føroyska samfelagnum. Hann spurdi síðani nærri, um tað eru munur á støðuni hjá kvinnum sum eru giftar til Havnar ella til smærri bygdir og býir í Føroyum, ella um tær møta somu stereotypum. Runa helt, at munur er á støðuni í Havn og á smærri støðunum. Tey tosaðu eisini um kolonialan hugburð og fatan av hierarkium á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum og hvaðani hesar fatanir koma.

Samanumtikið mælti hann vegna metingarnevndina Runu til at almannakunngera áhugaverdu úrslitini frá ph.d.-arbeiðinum uttanfyri akademiska umhvørvið, bæði til almenning og ítøkiliga til tey fólk, sum hon  hevur havt samrøður við.

Eftir ein stuttan fund kunngjørdi metingarnevndin, at tey mettu Runu Preeti Ísfeld hava staðið seg sera væl til verjuna og mæltu til, at hon fær tillutað ph.d.-heitið. At enda handaði Sigurð í Jákupsstovu, rektari, ph.d.-prógvið frá Fróðskaparsetrinum. Prógvið frá Aalborg verður handað seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder