Um vikuskiftið varð ungi norski kokkurin, Runar Helgeland, kosin vinnari av kappingini Arctic Young Chef.
Djúp hugsavnan, kokkakynstur á hægsta støði og ein spent áskoðarafjøld. Tað eyðkendi spennandi finaluna í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum varð hildin í konserthøllini Hörpu í Reykjavík leygardagin.
Runar Hegeland, sum hevði hugtikið við sínum kulinarisku skapanarevnum í norsku landsfinaluni, vísti eisini í finaluni einastandandi evni at skapa nýhugsandi, smakkríkar og vakrar rættir undir tíðartrýsti.
Kappingin millum teir fýra finalistarnar úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Strandanoregi var hørð. Sammett við landsfinalurnar, har kokkarnir arbeiddu einsamallir, høvdu finaluluttakararnir ein hjálpara við hvør at ganga til handa undir finaluni.
Avbjóðingin í finaluni var at gera eina matskrá við trimum rættum innan fyri 3,5 tímar, sum megnaði at sannføra dómsnevndina. Eins og í landsfinalunum skuldu luttakararnir í finaluni hava ávísar rávørur úr londunum í rættunum.
Forrætturin skuldi vera við saltfiski – baccalao, høvuðsrætturin við lambshálsi og -hjørtu og í eftirrættinum skuldi vera rabarbur.
Av tí at eitt av endamálunum hjá Arctic Young Chefs er at stuðla lokalum rávørum, so vóru eisini aðrar vørur frá Nora-limalondunum, sum skuldu vera við.
Úr Føroyum var tari, sum skuldi við í forrættin. Tari gevur dám av havi og ein natúrligan umami smakk.
Úr Noregi vóru moltuber til høvuðsrættin. Hesi søtu og beisku ber geva møguleika at javna smakkin av lambi.
Úr Grønlandi var bjór frá grønlendskum bryggjaríi, eisini til høvuðsrættin. Bjór gevur matinum dýbd við sínum malttónum.
Úr Íslandi var skyr, til eftirrættin. Skyr er siðbundin íslendsk mjólkarúrdráttur, ið gevur eitt frískt grundarlag fyri kreativiteti.
Vinnandi kokkurin, Runar Helgeland, gjørdi eina brandada við saltfiski og tara sum forrætt. Høvuðsrætturin var ein lambgrýta við hálsi og hjørtu, berum og øli. Og eftirrætturin var ein rabarbusuppa, sum hann minnist hana frá sínum barnaárum. Aftur við suppuni var skyr.
Í dómsnevndini sótu Ægir Fríðriksson úr Íslandi, Per Theodor Tørrisen úr Noregi, Habi Khaliqdad úr Grønlandi og Janus Einar Sørensen úr Føroyum.
Eftir kappingina søgdu dómararnir soleiðis um vinnandi kokkin:
“Vinnarin vísti yvirhøvur eina professionella tilgongd til rættirnar. Hann vísti tøkni á høgum støði, nýhugsan, smakk og góða framførslu. Rættirnir lagaðu seg til yvirskipaða evnið í kappingini “Matur til øll”. Forrætturin og eftirrætturin eru vælegnaðir at verða gjørdir í skúlakantinum”.
Tað var forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, sum avdúkaði vinnaran og kjósaði tann fyrsta Arctic Young Chef. Hjálpari hjá Runar Hegeland í finaluni var Eryk Olzewski.
Hinir tríggir kokkarnir í finaluni vóru Andres Björgvinsson úr Íslandi, Lars Abelsen úr Grønlandi, og meksikanski Sebastian Jiménez Garcia, umboðandi Føroyar.
Nora (Norðurlendskt Atlantssamstarv) skipaði fyri kappingini saman við Menntaskólanum í Kópavogi, Hotel Arctic í Grønlandi, Tekniska skúla í Klaksvík og Arktisk Mat í Mosjøen í Noregi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald