Nú Leygardagin 26. mars frá klokkan 20.30-21.30 verður heimsumfatandi Earth Hour á skránni, og millum kommunurnar, sum luttaka eru Runavíkar kommuna og Klaksvíkar kommuna.
Earth Hour er ein tími, har kommunur, býir, fyritøkur, stovnar og fólk kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Hetta er eitt afturvendandi átak, sum WWF skipar fyri, har ljós verður varpað á umhvørvi og veðurlagsbroytingar.
Kommunurnar fara at sløkkja gøtuljósini í øllum bygdunum í kommununi, umframt onnur ljós, har ráðiligt er at sløkkja, verður sagt.
Heitt verður á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur, um at sløkkja ljósini hendan tíman og verða við at stuðla heimsumfatandi átakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald