Í dag varð valevnislistin til listan, sum vanliga fær heitið A á býráðsvalinum í Runavíkar kommunu latin inn. Talan er um listan, sum hevur sitið við valdinum í kommunustýrinum í skjótt eitt mannaminni, og sum fekk sjey av 11 býráðslimum við seinasta val.
Og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum fekk nógv flestar atkvøður fyri fýra árum síðani, er á listanum. Tað hevur annars verið ivasamt um karismatiski borgarstjórin í Føroya triðstørstu kommunu og Føroya størstu kommunu uttan flokspolitiska uppstilling, fór at stilla uppaftur.
Á býráðsvalinum fyri fýra árum síðani vóru fýra listar. Listi B við valevnum úr Søldarfirði fekk eitt umboð, Listi C við valevnum av Skála fekk eitt umboð, meðan tann tá nýggi borgaralistin, Listi D við valevnum úr allari kommununi, fekk tvey umboð úr ávikavist Skála og Søldarfirði.
Listi A, sum fekk yvir 60 prosent av atkvøðunum er vanliga mannaður við fólkum úr Runavík og bygdunum harumkring umframt Oyndarfirði.
Í ár er ein skálamaður við á hesum listanum, nevniliga Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, sum seinast stillaði upp á borgaralistanum, tó uttan at vera valdur.
Jonhard Danielsen
Eitt annað óvæntað navn er Jonhard Danielsen, søldfirðingur, sum eisini stillaði upp á Lista D seinast og varð valdur við 102 persónligum atkvøðum. Undan tí hevur hann verið valdur á ‘Søldafjarðarlistanum’.
Nú er hann á sama lista sum Tórbjørn Jacobsen, og tað undrar helst fólk í nærumhvørvinum, tí tað er alment kent, at teir báðir seinastu árini hava verið ógvuliga ósamdir, og hetta er eisini komið fram, í almennum lesarabrøvum hjá Jonhard Danielsen.
Seks av teimum sjey, sum vórðu vald á Lista A seinast, stilla upp aftur hesaferð. Elin Klein Joensen úr Oyndarfirði stillar ikki uppaftur.
“Listi A” (bókstavaheitini eru ikki útlutað enn) til býráðsvalið í Runavíkar kommunu sær soleiðis út:
- Annfinnur Garðalíð, fakfelagsformaður, Skáli
- Arnfinn Langgaard, vinnuráðgevi, Saltangará
- Bogi Hansen, sølumaður, Saltangará
- Jóhan Vest, aðalskrivari, Oyndarfjørður
- John Andersen, sølumaður, Saltangará
- Jonhard Danielsen, sjómaður, Søldarfjørður*
- Kaja Joensen, bankaráðgevi, Saltangará*
- Rúni Jacobsen, alari, Saltangará
- Sigrið Dalsgaard, verkfrøðingur, Saltangará
- Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri, Saltangará
- Sonni Lamhauge Petersen, tryggingarfólk, Rituvík*
- Sæunn Ólavsdóttir Hansen, læknaskrivari, Saltangará*
- Terje Beinar Vestargaard, vinurekandi, Saltangará*
- Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Glyvrar*
- Tóri Højgaard, stjóri, Rituvík*
Valevnini frámerkt * sita í býráðnum í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald