Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kongshavn á Skálafjørðinum, meðan seks koma til Elduvíkar og Funnings. Nøkur skip vitja bæði smáu bygdirnar norðanfyri og Kongshavn. Umborð á skipunum eru millum 100 og 2500 ferðafólk umframt manning, sum telur millum 75 og 1000.
Fyrsta ferðamannaskipið, sum vitjar í Føroyum í ár, kemur inn á Kongshavn týsdagin 19. mars, men størsti parturin av skipunum koma í summar og tíðliga í heyst. Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar, og cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, ger seg í løtuni til reiðar at taka ímóti Ambition, sum er fyrsta skipið í ár.
Aftur í ár eru nøkur ferðamannaskip, ið hava bílagt bryggjupláss í tveir fylgjandi dagar. Hetta gevur gestunum betri stundir at uppliva vøkru náttúruna í økinum og at síggja vitjanarverd støð í Eysturoynni og aðrastaðni í Føroyum.
Elduvík og Funningur eru sokallaði ekspeditiónsferðamál. Í smáu bygdunum liggja ekspeditiónsskipini, sum ikki hava so nógv ferðafólk umborð, fyri akker, meðan ferðafólkini koma í land við skjóttgangandi gummibátum. Móttøkurnar í Elduvík og Funningi hava eydnast sera væl, og ætlanin er, sum frálíður, at taka ímóti smáum ferðamannaskipum í øðrum bygdum í kommununi eisini.
Fyrireikandi fundir, har bygdafólkið, lokalir veitarar, Runavíkar havn og Visit Runavík í felag leggja vitjanirnar til rættis, verða hildnir í vikuni. Partarnir hava í felag ment ein burðardyggan leist til reiðarí, ið varða av smáum ferðamannaskipum.
Í apríl mánaða luttekur Runavíkar havn, saman við øðrum føroyskum veitarum, á heimsins størstu ferðaskipastevnu í Florida. Reiðaríini í cruise-vinnuni leggja ferðirnar til rættis tvey-trý ár fram í tíðina, so longu nú eru fleiri enn 20 bíleggingar komnar fyri 2025 og 2026, so líkt er til, at talið av cruise-vitjanum fer at økjast komandi árini.
Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á cruise-kalendaranum á heimasíðuni hjá Runavíkar havn her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald