Innanlands

Runavíkar Havn sjey milliónir í avlopi í 2018

Nýggjastu tølini vísa, at støðugi vøksturin í inntøkunum síðani 2012 heldur fram

(Mynd: Runavíkar Kommuna)

(Mynd: Runavíkar Kommuna)

2019-08-28 07:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runavíkar Kommuna skrivar, at upplandið er vaksið almikið, og tølini vísa eisini á ein vøkstur. Útreiðslurnar í 2018 vóru áleið tvær milliónir hægri enn í 2017, og harvið var nettotalið lægri, men bruttoinntøkan var beint undir 20 milliónir krónur, og Runavíkar havn hevði 7 milliónir krónur í avlopi í 2018.

[object Object]
(Mynd: Runavíkar Kommuna)

Stabbamyndin vísir gongdin hevur síðani 2005. Hetta var árið, har Skála eisini gjørdist partur av kommunalu havnini. Hetta hevur havt sína ávirkan, tí hóast eina nátúrliga afturgongd eftir fíggjarkreppuna í 2008, er tað gingið skjótt uppeftir seinastu árini.

Runavíkar Kommuna skrivar, at havnin fevnir víða; umframt lendingar, bátahyljar og støðir eru havnirnar á Skála, í Funningsfirði, Søldarfirði, Oyndarfirði, á Glyvrum og í Saltangará/Runavík partar av høpinum.

Inntøkurnar til havnina koma millum frá fiskivinnu, alivinnu, smiðjum, olju, sandi og frá ferðamannaskipum, og inntøkan frá útlendskum skipum er ein trivaligur partur av inntøkuni og avlopinum.

Runavíkar Havn fær møguleikan at nýta grót úr  Eysturoyartunlinum, og við hesum verður arbeitt við fleiri møguleikum til tess at vaksa um virksemið, boðar kommunan frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder