Innanlands

Runavíkar kommuna bjóðar grundstykkir til íbúðarbygging í Saltangará

Talan er um sjey grundstykki, sum eru uml. 10.500 m2 tilsamans

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2021-02-11 10:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Runavíkar kommuna hevur bjóðað sjey grundstykkir í útstykkingini í Leitinum í Saltangará til sølu.

Útstykkingin í Leitinum hevur 59 grundstykkir til sethús og sjey størri grundstykki, sum eru ætlaði til íbúðabygging. Hesi sjey grundstykkini eru millum uml. 1.200 m2 og uml. 1.800 m2, tilsamans uml. 10.500 m2.

Útstykkingin liggur beint niðan frá miðøkinum í Saltangará/Runavík, við góðum gøtusambandi til skúla og ítróttarøki, sigur kommunan.

Fleiri upplýsingar fáast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder