Innanlands

Runavíkar Kommuna heiðrað í San Diego

Heiðurin varð handaður í gjár og var fyri at vera ein serliga framkomin nýtarari av GIS-skipanini

(Mynd: Runavíkar Kommuna)

(Mynd: Runavíkar Kommuna)

2019-10-09 08:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar vann Runavíkar kommuna stóran heiður í Convention Center í San Diego í California. Ætlað var, at umboð fyri kommununa skuldi vera til staðar, men tað ikki lá fyri. Tí varð heiðurin handaður kommununi í Býráðssalinum í Ráðhúsinum seinnapartin í gjár. Hetta skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðu sínari.

[object Object]

Áleið 100.000 brúkarar av skipanini, feløg, kommunur o.o. – vórðu heiðrað, sum serliga framkomnir nýtarar av GIS-skipanini. ESRI, ið er veitari av GIS, er ein heimsumfatandi talgild skipan, ið verður brúkt til at skráseta, handfara, goyma, greina og leggja fram geodata – upplýsingar um landafrøðiligar staðsetingar í t.d. einari kommunu. Talan er um ein av mest framkomnu veitarunum á hesum økinum í heiminum.

Runavíkar Kommuna hevur í logri tíð havt eina eina skipaða landafrøðiliga skráseting á tí tøkniliga økinum. Tað hevur verið í yvir tíggju ár, og tær elstu skrásetingarnar eru frá 2001. Støðugt hevur hetta so ment seg.

Les meira um heiðurin og um tilgongdina á runavik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder