Býráðið roknar við, at inntøkan í 2020 verður 226 milliónir krónur, meðan
raksturin fer at kosta 158 milliónir krónur. Hetta skrivar in.fo
Ætlanin hjá Runavíkar Kommunu er ikki at bara lata innkomna peningin liggja. Íløgur skulu fremjast fyri 52 milliónir. Við øðrum orðum er ætlanin, at knappliga fjórða hvør króna, sum fæst inn í skatti og øðrum inntøkum, skal brúkast til íløgur.
Sambært in.fo skal nú arbeiðast við sjálvari fíggjarætlanini fyri 2020. Eitt sum Runavíkar Kommuna fer at brúka nógvar pengar uppá komandi tíðina eru útstykkingar, tí ætlanin er at yvir 100 nýggj grundstykki skulu standa til reiðar tíðliga í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald