Innanlands

Runavíkar kommuna: Mentanarvikan verður 25. apríl til 2. mai

Í fjør var ikki møguligt at skipa fyri stóra tiltakinum. Í ár verður tað sermerkt á tann hátt, at sjóneykan millum annað verður sett á skrivaða orðið

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-03-12 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var ikki møguligt hjá Runavíkar kommunu at skipa fyri árligu Mentanarvikuni, men nýggjar tíðir, eitt nýtt ár og nýggj tilmæli merkja at í ár ber til.

- Sum heild er talan um eina røð av størri og smærri tiltøkum har kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar. Harumframt verða eisini konsertir, skeiðsvirksemi, gongutúrar og upplivingar av alskyns slag og til allar aldursbólkar. 2021 verður sermerkt á tann hátt, at sjóneykan verður sett m.a. á skrivaða orðið. Føroyska málið í síni heild verður sett á breddan alla mentanarvikuna.

Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari um tiltakið, sum 
verður í døgunum 25. apríl til 2. mai 2021. Meiningin er, at mentanarvikan, eins og áður, verður sjónlig í allari kommununi.

Í 2019 vóru 110 ymisk tiltøk á skrá. Sambært runavik.fo er framvegis rúm fyri onkrum tiltaki afturat til ársins Mentanarviku, og áhugaði kunnu venda sær til Visit Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder