2019-12-30 15:51
Vegna væntandi vánalig veðurlíkindi í morgin, nýggjarsaftan, verður nýggjársbálið á havnalagnum í Saltangará framskundað til í kvøld, mánakvøldið 30. desember, klokkan 19.
Tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni í dag.
Kyndlagongan verður, sum áður lýst, í morgin, nýggjársaftan. Byrjað verður kl. 21.00 við kyndlagongu frá Æðugøtu, Ærgisbrekku og frá Glyvra skúla, haðani gingið verður til ráðhúsið, har Jonhard Hansen heldur røðu.
Sostatt verður nýggjársbálið tendrað í kvøld, 30. desember, klokkan 19, og kyndalagongan verður í annaðkvøld, 31. desember, klokkan 21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald