
Miðskeiðis í 80unum varð Herman á Líknargøtu settur sum vatnmeistari í Runavíkar kommunu. Hann lærdi til elektrikara í EL-húsinum, seinni lærdi hann til maskinist og sigldi í nøkur ár, áðrenn hann varð settur í starvið at skipa fyri vatnveitingini í Runavíkar kommunu.
Í fjør fór hann so frá fyri aldur, tá hann fór um tey 70. Fyri jól var ein hátíðarløta fyri Hermani í býráðssalinum. Í hesum sambandi flutti Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri fram røðu og handaði honum ein málning.
– Sigast kann, at hann, saman við manning vatnverksins, hevur staðið á odda fyri menningini frá privatu bassengunum til ta framkomnu vatnveiting, sum vit kenna í dag, skrivar kommunan m.a. á heimasíðuna.
Tíðliga í fjør varð Jacob Henrik Egholm Eskildsen, maskinverkfrøðingur, settur sum nýggjur leiðari á Vatnverkinum hjá Runavíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald