Innanlands

Runavíkar kommuna víðkar bryggjuna í Funningsfirði

Væntandi verður farið undir arbeiðið um góðar tvær vikur, og væntandi verður víðkanin klár til nýtslu um mánaðarskiftið august/september, skrivar kommunan

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2022-06-26 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv virksemi er í Funningsfirði, men í mun til vaksandi virksemið og skipastøddirnar, sum vitja í Funningsfirði, er byrggjan vorðin ov stutt og ópraktisk at virka á.

Tað skrivar Runavíkar kommuna, sum í næstum fer undir við at víðka bryggjuna.

– Nógv virksemi er á Funningsfirði – laksaaling, taraaling, útróður, hummaraveiða og ferðamannaskip – og við havnarlagið, í bygdini við sama heiti, hevur nógv og ymiskt virksemi av álvara tikið dik á seg hesi seinru árini

– Sohvørt sum skipini er vorðin størri, ið koma á Funningsfjørð, var tað vorðið greitt, at okkurt mátti gerast við havnarlagið, skrivar kommunan.

Víðari skrivar kommunan:

– Á býráðsfundinum, í skúlanum í Funningsfirði hin 5. mai í ár, samtykti býráðið einmælt at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini og Fíggjarnevndini um at taka av tilboði frá Spf. Rókini á Glyvrum um at leingja bryggjukantin í beinari linju við 24 metrum norðureftir.

– Verkætlanin snýr seg um eina spunskei við betonghamara og bryggjuplátu av asfalti. Tveir 50 tons pullartar eru eisini við í verkætlanini.

– Kostnaðurin er góðar tvær milliónir krónur, og stjórin, Jákup Martin Kjeld, væntar, at teir fara undir arbeiðið um góðar tvær vikur. Fendarar eru við í tilboðnum, og væntandi verður víðkanin klár til nýtslu um mánaðarskiftið august/september í ár. Verkætlanin verður fíggjað við útreiðsluneutralari eykajáttan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder