Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í.
Nakrar broytingar eru í jólaskránni í ár orsakað av covid-19. Nøkur tiltøk eru tillagað, meðan onnur eru avlýst.
Í ár verða jólatrøini í kommununi tendrað 28. og 29. november. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit fyri vikuskiftið.
Leygardag 28. november 2020
- kl. 15:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Toftum.
- kl. 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Kaja Joensen heldur røðu.
- kl. 17:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Arni Klein Abrahamsen heldur røðu.
- kl. 18:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Strondum.
- kl. 19.30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Jonnhild Reynholdsdóttir heldur røðu.
Sunnudag 29. november 2020
- kl. 13:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.
- kl. 14:15 Brandbilurin vitjar í Lamba.
- kl. 14:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Jytta Sundstein Nielsen heldur røðu.
- kl. 15:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Elin Klein Joensen heldur røðu.
- kl. 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.
- kl. 17:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.
- kl. 18:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Sámal Petur Petersen heldur røðu.
- kl. 19:30 Brandbilurin vitjar í Æðuvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald