Um eina viku, meira nágreiniliga 15. november, runda vit 8 milliardir íbúgvar á jørðini.
Tað er grunnurin fyri fólkavøkstri undir ST, UNFPA, sum hevur roknað seg fram til hetta.
Fólkatalið á jørðini er tvífaldað síðan 1974, og fýrfaldað síðan 1927 og í 2050 verða vit væntandi 9,7 milliardir á jørðini, skrivar dr.dk.
- Átta milliardir er ein týðandi merkishending fyri mannaættina, sigur leiðarin fyri UNFPA, Natalia Kanem.
Hon fegnast um, at alsamt færri børn doyggja í sambandi við, ella stutt eftir føðing, og at miðal livialdurin í heiminum eisini er hækkandi.
- Eg veit væl, at tað eru ikki øll, sum fegnast um hesa hending. Nøkur óttast fyri, at at vit gerast ov nógv fólk, men tað er ikki talið av fólkum, sum gevur orsøk til at óttast, sigur Natalia Kanem, sambært NTB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald