Í dag fylla tvíburarnir hjá Fríðrikki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu 10 ár.
Vincent prinsur og Josephine prinsessa vórðu borin í heim 8. januar 2011 á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Vincent prinsur varð føddur klokkan 10.30, og 26 minuttir seinni kom Josephine prinsessa.
(Mynd: Franne Voigt/Kongshúsið)
Tvíburarnir vórðu doyptir í Holmens Kirke 14. apríl. Tá fingu tey fullu nøvnini Vincent Frederik Minik Alexander, og Josephine Sophia Ivalo Mathilda.
Tvíburarnir vórðu fyri fyrstu ferð í Føroyum á sumri í 2018 saman við foreldrunum og eldru systkin teirra, Christian prinsur og Isabella prinsessa, sum í dag eru ávikavíst 15 og 13 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald