Innanlands

Rúni Bláfoss hevur vart sína ph.d.

Hetta var á "Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø". Ritgerðin snýr seg um samband millum skipan av arbeiðstíð og ryggpínu hjá arbeiðsfólki

Í ritgerðini hjá havnamanninum verður millum annað staðfest, at um arbeiðsvika er løgd væl til rættis, so kann tað hjálpa um pínu hjá teimum, ið arbeiða kropsligt arbeiði (Mynd: gransking.fo)

Í ritgerðini hjá havnamanninum verður millum annað staðfest, at um arbeiðsvika er løgd væl til rættis, so kann tað hjálpa um pínu hjá teimum, ið arbeiða kropsligt arbeiði (Mynd: gransking.fo)

2024-03-20 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 8. mars vardi Rúni Bláfoss ph.d.-ritgerð sína um samband millum skipan av arbeiðstíð og ryggpínu hjá arbeiðsfólki. Ritgerðin kallast Daily fluctuations in low-back pain, fatigue, and stress among warehouse and construction workers

Heimasíðan hjá Granskingarráðnum skrivar, at Rúni Bláfoss hevur framt sína gransking á Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA). Hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Syddansk Universitet (SDU). Hetta er ávíkavist í Keypmannahavn og í Odense

Per Aagaard, professari á Institut for Idræt og Biomekanik á SDU, og Lars L. Andersen, professari á NFA vóru vegleiðarar til stóru uppgávuna, skrivar gransking.fo.

- Í metingarnevndini vóru Mette Jensen Stochkendahl, lektari á Institut for Idræt og Biomekanik á SDU, Suzanne Merkus, granskari á STAMI í Norra, og Annett Dalbøge, lektari á Aarhus Universitet og Dansk Ramazzini Center.

Rúni Bláfoss heldur fram sum granskari á NFA, m.a. við verkætlanini: “Når chefen er en algoritme”, sum toymið hevur fingið játtan til frá Arbejdsmiljøforskningsfonden.

Í ritgerðini hjá havnamanninum verður millum annað staðfest, at um arbeiðsvika er løgd væl til rættis, so kann tað hjálpa um støðuna í millum annað rygginum hjá teimum, ið arbeiða kropsligt. Millum annað fer pínan niður við 13 prosentum eftir tveir dagar hvíld, vísir kanningin.

Til ber at lesa meira - á donskum - á gransking.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder