13 listafólk, sum hvør sær hava skapt serligar musikalskar upplivingar eru tilnevnd til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2019.
Tilnevndu tónleikararnir vórðu kunngjørdir í finska høvuðsstaðnum Helsingfors í dag, og talan er um eitt nú violinleikarar, sangarar, dirigentar, ljómlið og eina kvartett, sum spælir munnharpu.
Føroyar hava innstillað basssangaran Rúna Brattaberg, sum hevur havt havt fleiri leiklutir í stórum operahúsum, bæði í Evropa og Amerika.
Ein annar tónleikari av føroyskari ætt er eisini millum tey tilnevndu. Tað er violinisturin Rune Tonsgaard Sørensen, sum er partur av Danish String Quartet.
Tey tilnevndu eru:
Danmark: Christina Åstrand, violinistur, og Danish String Quartet, klassiskt ljómlið.
Føroyar: Rúni Brattaberg, operasangari
Finnland: Kreeta-Maria Kentala, vilonistur, og Sväng, munnhørpukvartett
Grønland: Da Bartali Crew, electro-tónleikabólkur
Ísland: Gyða Valtýrsdóttir, sangari og margtónleikari, Sæunn Thorsteinsdóttir, sellistur
Noreg: Elias Akselsen, sangari, og Grete Pedersen, dirigentur
Svøríki: Bengt Forsberg, pianist, og Joakim Milder, saksofonistur
Áland: Johanna Grüssner, sangari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald