Innanlands

Rúni Klein Joensen nýggjur leiðari á Ørkini

49 ára gamli gøtumaðurin tekur við starvinum 11. desember

Seinastu árini hevur Rúni Klein Joensen javnan verið at hoyra sum frásøgufólk til fótbólt í Televarpinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seinastu árini hevur Rúni Klein Joensen javnan verið at hoyra sum frásøgufólk til fótbólt í Televarpinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-10 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska sjómansheimið í Reykjavík, Hotel Ørkin, fær 11. desember nýggjan leiðara. Trúboðin skrivar, at Rúni Klein Joensen er nýggjur leiðari.

Hann er 49 ára gamal og hevur handilsskúla og hevur lisið Handilsøkonumi við sergrein innan samskiftið, sølu og leiðslu. Hann hevur millum annað, starvast sum sølumaður og leiðari. Síðstu 12 árini hevur Rúni verið ognarseljari. Hann er familjumaður, og í frítíðini fyllir ítrótturin nógv.

Eitt av hansara arbeiðum fyrst í komandi árið, verður at samskipað sjálvbodna arbeiðið, sum skal gerast í apríl. Tá fara fleiri fólk yvir á Ørkina at skifta restina av vindeygunum, mála, og gera annað viðlíkahaldsarbeiði, sum er framhald av tí arbeiði sum byrjaði í apríl í ár.

Barbara H. Jensen, sum hevur verið leiðari á Ørkini síðani august 2020, gavst 31. oktobur.  Inntil Rúni tekur við 11. desembur er Rúni Hentze, leiðari

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder