Innanlands

Rúsandi løgur at fáa í handlunum

- Talan er um ein mistak – vøran verður tikin av hillunum beinanvegin, sigur stjórin fyri Á handlarnar

(Mynd: Janus Trúgvason)

(Mynd: Janus Trúgvason)

2020-10-21 22:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Millum jólavørurnar, sum Á-handilsketan lýsir við í sínum lýsingablaði hesa vikuna, eru ymisk sløg av gløgg. Eisini liðugt hvítt gløgg við 12,5 prosent alkoholi í.

Helst eru tað nøkur, sum longu hava tryggjað sær eina fløsku ella fleiri. Men onnur, sum vilja uppliva serligu kensluna av at keypa rúsandi løg, bíliga í einum heilt vanligum matvøruhandli, skulu ikki rokna við, at vøran stendur á hillunum, tá Á-handlarnir lata upp í morginárið.

- Hvat sigur tú? Er tað fyrsta, sum Bassi Haraldsen, stjóri fyri Á handlarnar sigur, tá vit í kvøld spyrja hann um nýggja átakið. Hann visti ikki av, at Á-handlarnar hesa vikuna hava selt vørur, sum einans einkarrúsdrekkasølan hevur loyvi til at selja.

- Hetta er ein feilur, eitt mistak, sum er farið gjøgnum skipanina hjá okkum, uttan at vit hava ansað eftir, at talan er um vøru við alkoholi í. Feilurin má rættast beinanvegin, og vøran takast av hillunum, sigur Bassi Haraldsen í kvøld.

Vøran sæst í tilboðsblaðnum, ið varð sent út í hesi vikuni. Men á myndini av fløskuni við “Hvid Gløgg” sæst ikki, at niðjast í vinstra horni á etikettini stendur, at alkoholinnihaldið er 12,5 prosent.

Sigast má eisini, at prísurin var rættiliga góður fyri ikki at siga púrasta óvanligur fyri eina fløsku av víni. 29 krónur fyri fløskuna.

placeholder
placeholder