2024-06-18 09:02
Nøkur ymisk ferðslumál vóru niðurskrivaði hjá løgregluni í gjár. Sum nevnt fingu fleiri bót og klipp fyri at halda í telefonini, meðan tey koyrdu.
Les eisini: Nú kostar tað eisini klipp at halda í telefonini
Rúsdrekka og rúsevni vóru eisini íblandaði í ferðsluni í høvuðsstaðnum.
Seinnapartin koyrdi ein persónur ávirkaður av rúsdrekka. Viðkomandi varð koyrdur til blóðroynd, og úrslitið har avgerð revsingina.
Løgreglan fann rúsevni í einum bili í gjárkvøldið. Talan var ikki um stóra nøgd, og ein bót verður givin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald