Innanlands

Rúsdrekkaframleiðarar skulu hava loyvi at selja sterkt

Uppskot um broyting í rúsdrekkalógini liggur til hoyringar í løtuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-25 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stendur tað til landsstýrið, so skulu fyritøkur, ið bryggja løgir sterkari enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, fáa loyvi til at selja egnar drykkivørur á framleiðslustaðnum.

Ikki í vanligu útsølunum, men á sjálvum framleiðslustaðnum í sambandi við gestavitjanir.

Hetta framgongur av lógaruppskotinum, sum Løgmálaráðið sendi út til hoyringar í farna mánaði. 1. august er seinasta freist at koma við hoyringssvari til lógaruppskotið.

Sambært galdandi lóggávu hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarætt at innflyta og selja rúsdrekka. Matstovur og líknandi, sum hava skeinkiloyvi, kunnu kortini skeinkja rúsdrekka, og bryggjarí, sum hava fingið loyvi til tess frá Loyvisnevndini, kunnu í egnum sølubúðum selja sína egnu framleiðslu, tó bara framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi.

Við hesum lógaruppskotinum fær loyvisnevndin heimild til at loyva framleiðarum eisini at selja sína framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi. Hendan sølan kann bert fara fram á sjálvum framleiðslustaðnum í sambandi við gestavitjanir o.tíl. Slík søla verður ikki loyvd frá øðrum sølubúðum, sum framleiðarin hevur, og sum ikki eru á framleiðslustaðnum.

Tað eru bert tvær greinir, í rúsdrekkalógini, sum verður broytt.

Grein 9, 2. stk. verður eftir ætlan soljóðandi: “Loyvisnevndin kann heimila fyritøkum, sum framleiða rúsdrekka í Føroyum, at selja egna framleiðslu á framleiðslustaðnum eftir reglunum í § 7 í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi”.

Harafturat gevur broytingin eisini hesum framleiðarum loyvi til at innflyta sterkan løg, sum partur av sjálvari framleiðsluni ella vørumenningini.

Hin nýggja greinin í rúsdrekkalógini grein 4, 3. stk, sum sambært uppskotinum er soljóðandi: “Treytað av, at landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til tess og treytað av, at virksemið fer fram í hóskandi høli og undir hóskandi eftirliti, kunnu fyritøkur og einstaklingar innflyta smærri nøgdir av rúsdrekka og ethanoli til royndir og vørumenning. Tað er ikki loyvt at selja ella lata rúsdrekka, sum verður framleitt eftir hesi áseting.” 

[object Object]Faer Isle Distillery er ein av fyritøkunum, ið hava bygt sína verkætlan á møguleikan at selja framleiðsluna í sambandi við vitjanir á framleiðslustaðnum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder