
Um tíggjutíðina týskvøldið varð ein persónur støðgaður í ferðsluni í Havn. Illgruni var um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður.
Hesin skuldi blása, og tað vísti seg, at har var promilla. Síðani varð blóðroynd tikin, og um svarið vísir tað, sum væntað, so fellur ein revsing.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum vísir eisini á, at har var nakað av grannaófriði í gjár.
Síðani var eitt mál, har ein drukkin persónur órógvaði á einum bústaði.
Komin á staðið fann løgregluliðið útav, at persónurin helt seg búgva har. Tá hann fekk at vita, at so var ikki, og at hann skuldi avstað, kom meira øði í. Persónurin tyktiskt forrviraður, var uppfarandi og var tikin á støðina.
Har liggur viðkomandi enn, og tá hann vaknar, skal greiða fáast á málinum, staðfestir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald