Eftir at Brúkaraumboðið hevði sett seg í samband við eitt felag sum selur sonevndar ølbongir, var ein lýsing, sum vendi sær til miðnámsskúlanæmingar á Glasi og Kambsdali tikin av aftur.
Í lýsingini verður eggja ungum at keypa eina ølbong ella eina dupulta ølbong til ársins dyst millum Glasir og Kambsdal. Lýsingin vendir sær til eitt ítróttatiltak fyri miðnámsskúlanæmingar, og tískil metir Brúkaraumboðið, at lýsingin eisini vendir sær til ung undir 18 ár.
Í lýsingini varð millum annað skrivað, ”Bongin 2,0 – Tín trúfasti fylgisveinur til dystin! Hetta er ikki bara ein Ølbong; tað er ein uppliving, ið økir um stemningin.” og ”Dupult Bongin – Fordoplaði stuttleikin, fordoplaði Ballið! Perfekt til at deila gleðina við einum vini.”
Brúkaraumboðið metir, at lýsingin á Facebook eggjar ungum – eisini ungum undir 18 ár – til alkoholnýtslu. Eisini metir Brúkaraumboðið, at lýsingini eggjar ungum til vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, tí at lagt verður upp til at kulka øl í seg.
Brúkaraðumboðið bað felagið um, at tryggja at lýsingarátøk á øllum sosialum miðlum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til alkoholýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ikki verða víst fyri persónum undir 18 ár.
Um tað ikki bar til at seta aldursfiltur á, varð felagið biðið um at taka lýsingina av alt fyri eitt.
Eftir at Brúkaraumboðið hevði sett seg í samband við felagið, varð uppslagið strikað beinanvegin. Brúkaraumboðið ger tískil ikki meira við málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald