Innanlands

Rúsevnismálið: Danin fekk fimm ár - føroyingurin fekk tvey

Dómurin hjá dananum verður skotin inn fyri hægstarætt - tað verður hin møguliga eisini. Talan er um samfelagsskaðiligan kriminalitet, segði dómarin

Tá dómarin kunngjørdi revsingina, segði hann, at hann og nevningarnir vórðu samd um, at tað, sum teir báðir hava fingist við, er samfelagsskaðiligur kriminalitetur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tá dómarin kunngjørdi revsingina, segði hann, at hann og nevningarnir vórðu samd um, at tað, sum teir báðir hava fingist við, er samfelagsskaðiligur kriminalitetur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-17 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um eitt stórt rúsevnismál, ið hevur drigið nógv út orsakað av millum annað sjúku.

Tríggir menn - tveir danir og ein føroyingur - vórðu handtiknir 21. november 2019. Tveir teirr vórðu ákærdir fyri at hava roynt at smugla næstan eitt kilo av amfetamini til Føroya, umframt 12,7 kilo av hash.

Seinastu vikuna hava ein dani og ein føroyingur sitið á ákærubonkinum. Í dag gjørdist dómurin hjá teimum ákærdu greiður: Ávíkavist fimm ár og tvey ár.

Tá dómarin kunngjørdi revsingina, segði hann, at hann og nevningarnir vórðu samd um, at tað, sum teir báðir hava fingist við, er samfelagsskaðiligur kriminalitetur, skrivar kvf.fo

Dómur skal fyri hægstarætt

Krinvarpið skrivar eisini, at danin og verji hansara alt fyri eitt gjørd  av at skjóta dómin inn fyri hægstarætt. Orskøkin er, vísti verjin á, at samanborið við tað sum er vanligt, so átti revsingin at verið tve og eitt hálvt ár og í mesta lagi trý ár.

Verjin hjá føroyinginum helt, at revsingin var nakrar mánaðir ov long. Teir fara nú at umhugsa, um teir skulu skjóta dómin inn fyri hægstarætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder