Innanlands

Ruskinnsavnarar verða bitnir av leysgangandi hundum

Heitt verður á hundaeigarar um at hava hundar inni ella bundnar, teir dagar ruskið verður tikið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-19 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kommunala Brennistøðin á Hjalla heitir á fólk um at hava hundar inni ella bundnar, teir dagarnar, ruskið verður tikið, soleiðis at hundurin ikki er til ampa fyri ruskinnsavnararnar.

Tað kemur nevniliga fyri, at ruskinnsavnarar verða bitnir av hundum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

John Erik Hansen, leiðari á Kommunalu Brennistøðin sigur, at hann fríggjamorgunin fekk boð frá IRF, sum umsitur ruskinnsavningina, at ruskinnsavnararnir nokta at fara á ávísar adressur, har hundar ganga leysir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder