Ein persónur varð í nátt dripin í einum ukrainskum dronuálopi á russiskt hersettu hálvoynni Krim. Tað upplýsir leiðarin í økinum, Sergej Aksjonov fyri russisku tíðindastovuni RIA.
Álopið hendi í útnyðringsparinum av hálvoynni.
Samstundis vórðu minst 18 fólk særd í russiskum álopum á ukrainska havnabýin Mykolajiv. Tað upplýsti lokali guvernørurin, Vitalij Kim, á boðtænastuni Telegram fyrr í nátt, skrivar Ritzau.
Álopið hendi á ein íbúðarbygning í trimum hæddinum í miðbýnum.
Eisini Odesa varð raktur av fleiri álopum í nátt. Her eru tvey fólk innløgd á sjúkrahús eftir eitt álop, sum kyndi eld í ein bygning.
Spenningurin við Svartahav er hesar seinastu dagarnar vaksin, eftir at Russland fyrr í vikuni tók seg úr avtaluni, sum higartil hevur loyvt Ukraina at flyta út korn umvegis havnirnar við Svartahav.
Avtalan merkti, at korn trygd kundi flytast við skipum frá ukrainskum havnum, hóast russisk krígsskip hava læst økið av.
Síðan hevur Russland upplýst, at landið nú fer at rokna farnaskip, ið nærkast ukrainskum havnum við Svartahav sum “møguligir berarar av hernaðarlast”.
Bæði týsdagin og mikudagin var havnabýurin Odesa raktur. Álopini komu eftir, at Russland skuldsetti Ukraina fyri at hava framt álop á Kertsj brúnna, ið bindir Russland og Krim saman.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur svorið at hevna tað, hann kallar eitt yvirgangsálop, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald