Uttanlands

Russar blakaðir úr Litava og Lettlandi

1.164 russar og hvítarussar í Litava missa uppihaldsloyvið, og millum 5.000 og 6.000 russar verða blakaðir úr Lettlandi

Russar í Lettlandi bíða eftir at sleppa til málroynd (Mynd: Reuters)

Russar í Lettlandi bíða eftir at sleppa til málroynd (Mynd: Reuters)

2023-08-05 19:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1.164 fólk úr Russlandi og Hvítarusslandi, sum eru búsitandi í Litava verða mett at vera ein hóttan móti trygdini hjá tjóðini, og missa tey tí uppihaldsloyvið.

910 eru úr Hvítarusslandi, meðan 254 eru úr Russlandi.

Hetta hava myndugleikarnir í Litava avgjørt, eftir at spurnarbløð vórðu send út til íbúgvar úr Russlandi og Hvítarusslandi, har spurt varð, hvat tey hildu um russisku innrásina í Ukraina og støðuna hjá Krim-hálvoynni, sum Russland hertók í 2014.

Tilsamans í Litava búgva fleiri enn 58.000 hvítarussiskir ríkisborgarar og uml. 16.000 russiskir ríkisborgarar, skrivar DR.

Sambært altjóða miðlum fáa túsundatals russar í Lettlandi eisini boð um at fara av landinum í næstum.

Talan er um 5.000-6.000 russar, sum ikki hava fingið uppihaldsloyvi.

Í Lettlandi búgva túsundatals russar, sum hava verið har, síðan Sovjetsamveldið fall fyrst í 90unum uttan at fáa lettlendskan ríkisborgaraskap.

Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina avgjørdu myndugleikarnir, at russiskir ríkisborgarar í landinum skuldu taka eina roynd í lettlendskum máli, og tey, sum ikki hava verið sinnað at taka royndina, fáa nú boð um at fara av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder