Uttanlands

Russar farnir av Slanguoynni

Gevur møguleika fyri at ukrainski kornútflutningurin kann takast uppaftur

Slanguoyggin er kanska mest kend fyri hetta ukrainska frímerkið, har ein ukreinskur hermaður rættir millumfingurin móti einum russiskum herskipi (Mynd: wikipedia)

Slanguoyggin er kanska mest kend fyri hetta ukrainska frímerkið, har ein ukreinskur hermaður rættir millumfingurin móti einum russiskum herskipi (Mynd: wikipedia)

2022-06-30 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russisku herdeildirnar á sokallaðu Slanguoynni í Svartahavi, eru farnir av oynni. Hetta verður váttað av bæði Ukraina og Russlandi í dag.

Sambært Moskva er afturtøkan eitt prógv um góðan vilja og eitt prógv fyri, at Russland “ikki stendur í vegin fyri royndunum hjá ST at skipa fyri eini humaniterari geil at skipa landbúnaðarvørur út úr Ukraina”, sigur russiska verjumálaráðið sambært BBC.

Fleiri milliónir tons av korni hava seinastu mánaðirnar verið innistongd í Ukraina orsaka av russiska stongslinum av Svartahavinum. Stongsulin av umfatandi ukrainska kornútflutninginum hevur ført til vaksandi matvøruprísir og eina heimsumfatandi matvørukreppu.

Ukraina og fleiri onnur vestanlond og felagsskapir hava skuldsett Russland fyri at vera orsøk til kreppuna – ein ábyrgd, sum Russland ikki hevur viljað tikið á seg.

Russland hertók Slanguoynna tá kríggið byrjaði, og Ukraina hevur hesa seinastu tíðina gjørt royndir at taka oynna aftur. Oyggin hevur ikki bert týdning fyri matvøruveitingina, men eisini fyri at hava eftirlit á landi, vatni og luft í Svartahavinum í sunnara parti av Ukraina, skrivar dr.dk. 

[object Object]Lítla slanguoyggin liggur út fyri strondina sunnarlaga í Ukraina, har sum pílurin vísir (Mynd: googlemaps)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder