Uttanlands

Russar hava vónir um framstig í Saudiarabia

Mánadagin hittast umboð fyri Russland, Ukraina og USA í Saudiarabia

Russar framdu í nátt eitt dronuálop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv (Mynd: EPA)

Russar framdu í nátt eitt dronuálop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv (Mynd: EPA)

2025-03-23 17:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin hittast umboð fyri Russland, Ukraina og USA í Saudiarabia, har kríggið millum Russland og Ukraina er á dagsskránni, og Russar vóna at gera framstig á fundunum, sigur russiski senatorurin Grigory Karasin, sum stendur á odda fyri russisku sendinevndini.

Endamálið við fundunum er at fáa ein enda á krígnum. Umboð fyri USA skulu fundast við ukrainsku og russisku sendinevndunum hvør sær.

Herfyri samdust Ukraina og USA um eitt uppskot til 30 daga vápnahvíld, men Russland hevur ikki tikið undir við hesum. Í staðin hevur Russland skotið upp at steðga álopum á orkustøðir, skrivar Ritzau.

Eitt ukrainskt embætisfólk sigur við tíðindastovuna AFP, at vónin hjá Ukraina er, at partarnir í minsta lagi kunnu semjast um eina partvísa vápnahvíld, sum umfatar álop á orku og undirstøðukervi og álop á sjónum.

Í ukrainsku sendinevndini verður m.a. ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umjerov.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder