Uttanlands

Russar sleppa ikki longur at keypa bústað í Litava

Litavska tingið hevur eisini steðgað útflýggjan av innferðarloyvum til russar og hvítarussar

Markið millum Litava og Russland (Mynd: Reuters)

Markið millum Litava og Russland (Mynd: Reuters)

2023-04-04 18:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú sleppa russiskir ríkisborgarar ikki longur at keypa bústað í grannalandinum Litava.

Tað hevur tjóðartingið í landinum avgjørt í dag sambært Reuters.

Russar, sum hava fingið uppihaldsloyvi í landinum eru tó ikki umfatað av banninum, sum verður galdandi fram til 2024.

Litavska tingið hevur eisini steðgað útflýggjan av innferðarloyvum til russar og hvítarussar.

– Meginparturin av russiskum ríkisborgarum stuðla hernaðarliga áganginum hjá landi teirra, og gera tey einki fyri at steðga áganginum hjá stjórnini, og tí eiga tey ein part av skuldini, segði Jurgita Neliupsiene, varauttanríkismálaráðharri í Litava, tá hon legði uppskotið um bannið fram í mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder