2022-03-15 08:08
Ukreinska verjan sigur nú, at russar eru givnir við royndunum at hertaka havnabýin Mariupol.
Tað skrivaði AP tíðinastovan í nátt.
Í einum boðum frá ukreinsku herstjórnini verður sagt, at russisku álopsdeildirnar hava tikið seg aftur eftir stórt mannfall, skrivar Danmarks Radio, sum tó ikki hevur fingið tíðindini váttað.
Mariupol, sum liggur í Donetsk-landspartinum hevur verið kringsettur í hálvaaðru viku. Tað búðu umleið 430.000 fólk í havnabýnum, sum liggur við Asovs Hav, ið er sjóøkið ‘innan fyri’ Krim hálvoynna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald