Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, hevur givið herdeildum sínum at taka seg úr økinum vestan fyri Dnipro-ánna, orsaka av ukrainsku álopunum á býin Kherson í landslutinum við sama navni har suðuri í Ukraina.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Tíðindastovan vil vera við, at hetta vera eina merkisverdu afturtøkunum, og kann vera tekin um eitt umskifti í krígnum.
Ett umboð fyri russiska herin hevu váttað afturtøkuna fyri russisku RIA tíðindastovuni, og sigur at hetta hevur verið ein trupul avgerð.
Fyrr í dag skrivaði tíðindastovan Tass, at russiskt setti varaguvernørurin í Kherson, Kirill Stremousov, er deyður í eini ferðsluvanlukku.
Sergej Sjojgu, russiskur verjumálaráðharri, gav boð um afturtøku í dag (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald