Uttanlands

Russarar í hópatali ferðast til Finnlands við toki

Tokini á leiðini millum Sankta Pætursborg og Helsinki eru full, og ætlar Finnland at seta fleiri tok inn

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-03-05 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvir russarar eru rýmdir til Finnlands við toki, nú loftrúmið í Evropa er stongt fyri russiskum flogførum.

Tokleiðin úr Sankta Pætursborg til finska høvuðsstaðin er í løtuni einasta tokleiðin millum Russland og ES.

Tey flestu, sum nýta hesa leiðina, eru russarar, sum búgva og arbeiða í Evropa. Ein segði við AFP, at tey tóku avgerð um at fara av stað skjótast gjørligt orsakað av óvissu støðuni.

Sambært Ritzau eru tokini á hesari leiðini í løtuni heilt full, og tað verða tey eisini komandi dagarnar. Finnland ætlar tó at seta fleiri tok inn.

Tað eru tó ikki øll, sum kunnu ferðast við hesum tokunum. Neyðugt er nevniliga við visa, sum bert verður latið finnum og russarum. Eisini skulu ferðafólk vera koppsett fyri koronu við ein av teimum "viðurkendu" koppsetingunum. Russiska Sputnik-koppingarevnið er ikki eitt teirra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder