Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur deilt eitt filmsbrot á sosialu miðlunum, har ein fjarstýrd drona sæst elta ein mann.
Videobrotið er frá Kherson har suðuri í Ukraina, verður sagt. Sambært Zelenskyj er talan um eina russiska ‘mannajagstran’ móti sivilum ukraina.
- Heimurin má sleppa at síggja hetta, skrivar forsetin í boðunum.
Óvist er hvør hevur filmað hendingina, men sambært ukrainskum myndugleikum vísir filmurin, hvussu ein russisk drona jagstrar og leypur á ein grønmetishandlara á einum marknaði.
Dronan eltir mannin, ið roynir at sleppa undan við at renna rundan um vørubilin, haðani hann selir sítt grønmeti. Til endans sleppir dronan eina bumbu, sum brestir.
Maðurin yvirlivdi spreingingina, men fekk stóran skaða, hava læknar upplýst. Maðurin hevur sjálvur greitt frá, at hann og konan vóru í gongd við at leggja grønmeti fram uttan fyri bilin, tá tey hoyrdu surrið frá dronuni.
Konan slapp sær til rýmingar, og dronan fór at elta mannin ístaðin.
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, kallar hendingina fyri eitt barbariskt krígsbrotsverk, og sigur, at 'sadisturin, sum stýrdi dronuna’ var fult tilvitaður um, at tað var ein sivilpersón, sum hann leyp á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald