Uttanlands

Russisk drona endaði í Rumenia

Rakti ein íbúðarblokk í Galati, sum er nær við ukrainska markið. Tvey fólk fingu skaða, og vilsta dronan hevur fingið rumenar og onnur at ressast

Herovastin í Rumenia sigur, at tamarhald er á støðuni, og at rumernar ikki skulu óttast eitt veruligt russiskt álop. Tó so er gongd longu komin á at styrkja rumensku verjuna, í mun til dronur, eftir hendingina um midnáttarleitið (Mynd: Daniel Mihailescu/AFP/Ritzau Scanpix)

Herovastin í Rumenia sigur, at tamarhald er á støðuni, og at rumernar ikki skulu óttast eitt veruligt russiskt álop. Tó so er gongd longu komin á at styrkja rumensku verjuna, í mun til dronur, eftir hendingina um midnáttarleitið (Mynd: Daniel Mihailescu/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-29 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein russisk álopsdrona, sum eftir øllum at døma varð send móti Ukraina, rakti seint í gjárkvøldið ein íbúðarblokk í rumenska býnum Galati.

Hetta upplýsir rumenska verjumálaráðið.

Býurin í eystara parti av Rumenia, við nakað yvir 200.000 íbúgvum, er stutt frá markinum til Ukraina. Hendingin fór fram beint fyri midnátt okkara tíð.

[object Object]
Nógv uppruddingararbeiði í Galati í dag (Mynd: Daniel Mihailescu/AFP/Ritzau Scanpix)

Altjóða miðlar og myndugleikar grunda yvir, hvørt hetta var ein vilst drona, sum av óvart fór longur enn ætlað, ella um tað var tilætlað. 

Størri sannlíkindi eru fyri tí fyrra, og tað er eisini tað, sum rumenska verjumálaráðið kunnar um: At málið hjá dronuni og Russlandi var ukrainskt undirstøðukervi. 

Hendingin hevur givið baksláttur fleiri staðni í Evropa í morgun, har myndugleikar leggja eftir Russlandi: Fyri ósketni, fyri stóran kaldleika og annað.

Í Rumenia hevur hendingin fingið stjórnina at venda sær til NATO. Talskvinnan hjá verjusamgonguni hevur í morgun staðfest, at man fordømir russiska eirindaloysi, og at NATO - í samstarvi við limalonduni - vil styrkja verjuna móti hóttanum sum dronum.

Herovastin í Rumenia sigur, at tamarhald er á støðuni, og at rumernar ikki skulu óttast eitt veruligt russiskt álop. Tó so er gongd longu komin á at styrkja rumensku verjuna, í mun til dronur.  

Dronan var í russiskum loftrúmi í fýra minuttir, áðrenn hon rakti íbúðarbygningin í Galati. Bygningurin fekk sjálvandi stóran skaða. Tvey fólk fingu "smærri skaðar" av støðuni, sambært upplýsingum úr Rumenia.

[object Object]
Mynd: Daniel Mihailescu/AFP/Ritzau Scanpix

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder