Uttanlands

Russisk flogfør mugu taka umveg

Flogferðslan til og frá Kaliningrad gongur gjøgnum ein smalan geira millum Finnland og Estland

Flogførini úr Meksiko og USA í gjár máttu flúgva ein langan umveg fyri at koma heim til Moskva (Mynd: flightradar24.com)

Flogførini úr Meksiko og USA í gjár máttu flúgva ein langan umveg fyri at koma heim til Moskva (Mynd: flightradar24.com)

2022-03-01 11:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru broytingar í loftrúminum yvir Evropa, nú ES hevur sett tiltøk í verk móti Russlandi, so at russisk flogfeløg og privatflogfør ikki longur kunnu brúka loftrúmið. Heldur ongar flúgvingar eru yvir Ukreina og Hvítarusslandi í hesum tíðum.

Tiltøkini hava við sær, at tað eru rættiliga fáar leiðir, sum russisk sivilflogfør kunnu brúka, serliga tey, sum koma vestanífrá til Russlands.

Ein av rutunum, sum russar kunnu brúka til og frá Moskva og Sankta Pætursborg til dømis, er út eftir Finnlandsvíkini millum Finnland og baltalond, skrivar finska kringvarpið YLE.

[object Object]
(Grafikkur: yle.fi)

Russisk flogfør hava framvegis loyvi at flúgva yvir altjóða vatni í Eystrasalti til avbyrgda russiska landaøkið, Kaliningrad, út móti Eystrasalti, millum Poland og Litava. Men russisku flogførini hava ikki møguleika at flúgva víðari, tí svenskt og danskt loftrúm er stongt fyri russiskum flogførum.

Á nettænastuni flightradar24 ber til at fylgja flogferðsluni. Sambært flightradar24 vóru tað í gjár nøkur og tredivu russisk flogfør, sum flugu millum floghavnina í Kaliningrad og ymsar russiskar býir.

Hesi flogfør kunnu flúgva eftir einum smølum geira millum Finnland og Estland fyri at sleppa inn í russiskt loftrúm aftur. Geirin av altjóða loftrúmi er einans 11 kilometrar breiður. Sambært altjóða lóg røkkur umveldismarkið út á 12 fjórðingar.

Tað er framvegis møguligt hjá ferðandi at ferðast úr Russlandi til ES-lond, bæði loft- og sjóvegis, skrivar yle.fi

Í gjár vórðu russisk flogfør, sum komu úr eitt nú Cancun í Meksiko og Chicago í USA noydd at seta kós norðureftir fyri at koma uttan um stongda evropeiska loftrúmið. Flogførini vendu sunnan fyri Grønland og flugu norður um skandinavisku hálvoynna fyri síðan at seta kós suðureftir, tá tey vóru komin til Kolahálvoynna, fyri at sleppa til Moskva.

Flogferðslan í sjálvun Russlandi er eisini minkandi. Fleiri evropeisk flogfeløg hava fyrr flogið yvir Russland til og úr Asia, men nú er tað bert heilt fá feløg, sum brúka hesa leiðina.

Fleiri flogfør fara eisini uttan um hvítarussiskt loftrúm og ongi sivilflogfør flúgva í løtuni í ukrainskum loftrúmi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder