Svenska flogvápnið vísti í gjár myndir av fýra russiskum stríðsflogførum, sum mikudagin flugu í svenskum loftrúmi.
Tey fýra flogførini vórðu sædd eystan fyri Gotland í Eystrasalti, umleið 90 kilometrar frá svensku strondini. Sambært svensku verjuni var talan um tvay flogfør av SU 27-slagnum og tvey SU 24.
Leiðarin fyri svenska flogvápnið, Carl-Johan Edström, kallaði í gjár hendingingina fyri “óprofessionellur og ábyrgdarleysur atburður frá russiskari síðu”, skrivar dr.dk.
Svensk Gripen 39 flogfør vórðu send til staðið fyri at skjalprógva hendingina við myndum.
- Hetta vísir, at okkara tilbúgving er góð. Vit vóru á staðnum fyri at tryggja okkara umveldismark, sigur Edström.
Svenska verjan hevur verið í hægstu tilbúgving undir Ukraina-kreppuni, og serliga væl verður ansað eftir í Gotlandi.
Í Svøríki verður lívliga kjakast um, hvørt Svøríki skal gevast við sínum neutraliteti, fyri í staðin at gerast limur í Nato. Kjakið hevur fingið nýtt lív eftir russisku innrásina í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald