Uttanlands

Russisk herskip rakt í álopi á Krim

Yvir tíggju rakettir vórðu í nátt skotnar niður yvir Krim, sigur russiski guvernørurin í økinum – Ein maður lat lív, og fýra onnur vórðu særd

Russisk herfólk í Sevastopol (Mynd: Getty Images)

Russisk herfólk í Sevastopol (Mynd: Getty Images)

2024-03-24 14:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur í nátt framt eitt álop á hersettu Krim-hálvoynna og rakt tvey herskip og annað undirstøðukervi, sum verður brúkt av russiska herinum í havnabýnum Sevastopol.

Talan var um skipini Azov og Yamal, upplýsir ukrainski herurin sambært Reuters.

Russiski guvernørurin í økinum upplýsir, at russiska loftverjan í nátt hevur skotið niður yvir tíggju rakettir.

Ein 65 ára gamal maður lat lív, meðan fýra onnur vórðu særd. Fleiri ferjur og bussar fingu eisini skaða í álopinum, og flutningurin millum Krim og russiska meginlandið var órógvaður í fleiri tímar, upplýsa lokalu myndugleikarnir.

Ukraina hevur eisini verið rakt av russiskum álopum í dag, bæði í høvuðsstaðnum Kyiv og í býnum Lviv í vestara parti av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder