Týsdagin í komandi viku fer ein russisk játt seld á uppboðssølu í Gibraltar.
Talan er um eina játt, sum hald er lagt á í mars í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Hon verður mett at hava eitt virði á uml. 550 milliónir krónur.
Hóast játtin, sum verður nevnd "Axioma" ikki er fyrsta játtin, ið hald verður lagt á í sambandi við revsitiltøk hjá Vesturheiminum, er hetta tann fyrsta, sum verður seld á uppboðssølu.
Hald varð lagt á játtina, tí at eigarin, oligarkurin Dmitrij Pumpjanskij, skuldi eitast at skylda amerikanska bankanum JP Morgan yvir 20 milliónir dollarar.
Játtin var í Gibraltar, tá hald varð lagt á hana, og tað eru eisini myndugleikarnir í Gibraltar, sum skipa fyri uppboðssøluni, skrivar Ritzau.
Uppboðssølan fer at vara eitt samdøgur, og væntast tí ikki, at søla endar á tær 550 milliónirnar.
Axioma er 72,5 metrar lang og hevur pláss til 12 persónar. Játtin hevur svimjihyl, jacuzzi, biograf og venjingarhøli. Tað hevur áður verið møguligt at leiga játtina fyri upp móti fýra milliónir krónur um vikuna.
Fyrrverandi eigarin, Pumpjanskij verður mettur at hava ognir fyri uml. 16 milliardir krónur. Hann er raktur av revsitiltøkum hjá Stórabretlandi, ES og USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald