Uttanlands

Russisk mánaferð miseydnaðist

Farið "Luna-25", sum skuldi gera eina bleyta lending á suðurpólinum á Mánanum í morgin, er dottið niður

Ferðin byrjaði 11. august (Mynd: Reuters)

Ferðin byrjaði 11. august (Mynd: Reuters)

2023-08-20 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska rúmdarfarið "Luna-25" er í dag dottið niður á Mánanum, og harvið miseydnaðist fyrsta russiska ferðin til Mánan í nærum 50 ár.

Ætlanin var, at "Luna-25" í morgin skuldi gera fyrstu bleytu lendingina á suðurpólinum á Mánanum nakrantíð.

Russiski rúmdarstovnurin, Roscosmos boðaði í gjár frá, at har vóru tekniskir trupulleikar við "Luna-25", og tíðliga seinnapartin í gjár okkara tíð steðgaði samskiftið millum Roscosmos og rúmdarfarið. Fyribils verður mett, at rúmdarfarið "ikki longur er til", verður sagt sambært Ritzau.

Ferðin, sum varð útsett fleiri ferðir, byrjaði 11. august. Talan var um fyrstu mánaferðina hjá Russlandi í 47 ár. Endamálið var at kanna, um har var vatn í økinum.

Bæði USA og Kina hava ætlanir um líknandi ferðir komandi árini, og India hevur longu sent eitt far av stað við sama endamáli, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder