Ein flogskipari og tvey ferðafólk doyðu í gjár í eini flogvanlukku sunnan fyri týska stórbýin Frankfurt, tá eitt lítið ferðafólkaflogfar datt niður í eina veltu.
Flogfarið við plássi fyri seks fólkum datt niður við bygdina Erzhausen.
Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at ein av teimum deyðu í vanlukkuni er ein av ríkastu kvinnunum í Russlandi.
Flogfelagið S7, sum røkir nógvar av innanríkisflogrutunum í Russlandi, skrivar í einum boðum, at ein av eigarunum í felagnum, Natalia Fileva, er deyð í vannlukku í Týsklandi.
Sambært Forbes Magazine var Fileva nummar fýra á listanum yvir ríkastu kvinnurnar í Russlandi í fjør. Ognir hennara eru gjørdar upp til umleið 600 milliónir dollarar, ella umleið fýra milliardir krónur.
Enn er óvist hvør orsøkin var til at flogfarið datt niður. Heldur ikki er upplýst hvør hitt ferðafólkið í flogfarinum var, sum eisini doyði.
Tað liggur ein lítil floghavn við Egelbach, ikki so langt frá vanlukkustaðnum. Helst var flogfarið á veg hagar.
Stutt eftir at flogfarið var dottið niður, doyðu tvey fólk afturat í einum samanstoyti við ein politibil, sum varð sendur út til vanlukkustaðið. Vanlukkan hendi fáar kilometrar frá staðnum, har flogfarið datt niður, skrivar dpa-tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald